Marinari í læknastríðnum vitjar aftur

Tað vakti gomul minni, tá 71 ára gamli Svend Jensen úr Hirtshals kom til Klaksvíkar í gjár. Seinast hann silgdi inn eftir Vánni, var nevniliga mitt undir læknastríðnum, tá hann var hermaður í donsku sjóverjuni.

- Eg kendi keiina og Kjølbrohúsið aftur beinanvegin, men annars er alt ótrúliga nógv broytt, sigur 71 ára gamli Svend Jensen. Tað eru 49 ár síðani Svend var í Klaksvík seinast, tá hann sum 23 ára gamal silgdi við donskum sjóverjuskipi í Føroyum í eitt ár. Men sjálvt um læknastríðið leikaði harðast á, meðan hann var í Klaksvík, hevur Svend bara góð minni frá tíðini í Føroyum.
Føðingardagsgáva til konuna
Frá hendingunum í Klaksvík minnist Svend best alt fólkið, sum var á keiini, og at endarnir, sum Tjaldrið lá bundið við, knappliga vórðu kvettir. Teir vistu, hvat stríðið snúði seg um, men Svend heldur ikki, teir rættiliga skiltu, hví ein einstakur lækni kundi skapa so mikla øsing millum klaksvíkingar.
- Á ja, vit vóru ungir og lættir í sinnið, og tað var ikki sørt, at vit hildu alt hetta vera eitt sindur fjákut, sigur Svend og smílist við minnini.
Seinni hevur Svend tó lisið nógv um læknastríðið í Klaksvík, og meir enn einaferð hevur konan Annelise hoyrt søguna um, tá Svend og hinir marinarnir hildu vakt, so klaksvíkingar ikki lupu framav. Endin var, at Annelise setti uppá at sleppa at síggja Føroyar og serliga Klaksvík, tá ráðini og tíðin einaferð vóru til tað. Og nú helt Svend røttu løtuna vera komna. Annelise fylti 60 ár herfyri, og Svend gav henni og sær sjálvum ein túr til Klaksvíkar í føðingardagsgávu.
Góð minni
- Sum sagt, er býurin nógv broyttur, men klaksvíkingar eru líka gestablíðir og fryntligir, sum eg minnist teir fyri næstan 50 árum síðani. Eg minnist, at teir flestu av okkara vinmonnum, sum silgdu aðrastaðni, taldu dagarnir, til teir vórðu sendir aftur til Danmarkar. Men vit, sum vóru í Føroyum, trivust óføra væl og vórðu ikki sørt nipnir, tá vit brádliga fingu boð um, at nú skuldu vit heimaftur, sigur Svend.
Svend Jensen fann sær ikki eina unnustu í Føroyum, sum nógvir av hinum, men eitt lítið petti av hjartanum man hava ligið eftir, tí dreymin um at vitja aftur slepti hann ongantíð. Og hesuferð var tað borgarstjórin, sum tók ímóti, áðrenn Svend bjóðaði konuni út á Sjómannsheimið til ein góðan føðingardagsdøgurða.