Marinarar í Grønlandi fingu stórar bøtur

Teir býttu sigarettir og rúsdrekka um við tenn av náhvali, og ein maður skeyt eisini eitt moskusneyt, har øll veiða er bannað.

 

Tveir marinuhermenn eru nú dømdir fyri at hava brotið hernaðarligu revsilógina. Tað veit grønlendska kringvarpið, KNR at siga, og kringvarpið sigur eisini, at høgtstandandi marinuhermenn eisini áður eru dømdir fyri veiði av moskusneytum í Grønlandi.

Tað er ikki farið aftur við borðinum, at marinuhermenn bróta hernaðarligu revsilógina í sínum arbeiði í Grønlandi, og í hesum førinum er talan um brot framd í Eysturgrønlandi á sumri í 2018.

Í hesum førinum keyptu tveir av manningini fýra kartong av sigarettum og eina fløsku av brennivíni í kioskini umborð á sjóverjuskipinum. Teir brúktu síðan hesar vørur - sigarettir og brennivín - sum gjald fyri tríggjar tenn av náhvali í bygdini, Ittoqqortoormiit.

KNR skrivar, at í Ittoqqortoormiit er tað ólógligt at selja rúsdrekka.

Teir báðir menninir sigldu við sjóverjuskipinum Lauge Koch, og umborð á skipinum kann manningin keypa toll-og avgjaldsfríar vørur í einari kiosk, tá skipið er í altjóða sjógvi. Annar maðurin fekk eina bót á 9000 krónur - og hin eina á 5000 krónur.

Umframt brotini at selja sigarettir og rúsdrekka aftur fyri tenn av náhvali, hevði annar maðurin umborð á Lauge Koch eisini skotið eitt moskusneyt í einum øki í Grønlandi, har øll veiða er ólóglig.

Seinni varð oksin etin umborð á skipinum. 

Skiparin umborð á Lauge Koch hevur eisini fingið eina bót, sum ábyrgdarhavari av skipinum. Bótin er á 6000 krónur fyri ikki at hava fráboðað ólógligu veiðina av moskusneytinum til grønlendskar myndugleikar.