Marina er nú flýdd úr Russlandi

Russiska sjónvarpskvinnan, Marina Ovsjannikova, sum gjørdist kend fyri mótmæli sítt ímóti Ukraina-krígnum hjá Russlandi í beinleiðis sjónvarpi, er flýdd úr Russlandi. Tað upplýsir sakførari hennara fyri Reuters.

 

Fyrr í mánaðinum boðaði fyrrverandi maður hennara frá, at hon var rýmd úr húsavarðhaldinum, sum hon var í.

Ovsjannikova er skuldsett fyri at spreiða falska kunning um vápnaðu deildirnar hjá Russlandi. Tað skal vera gjørt við einum mótmæli í juli. Hon kann vænta at fáa upp til tíggju ára fongsul, um hon verður funnin sek í málinum.