Vit hava ikki ráð at oyðsla við lendi ella sjóvarstrond, sigur Marin Katrina Frýdal um útbyggingina av Tórshavnar Havn í dag.
Ætlaða havnarútbyggingin hevur fingið drúgva umrøðu í fjølmiðlunum seinastu vikurnar, og tey eru fleiri, sum leggjast afturat.
Millum annað hevur funnist verið at, fornminni Skansin, missir bryggjukantin og at náttúruumhvørvi runt um hvørvur.
Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu heldur hesar atfinningarnar vera ógrundaðar, tí, at útbyggingin fer at geva fleiri inntøkur, umframt, at ein marina við Skansan skal hýsa matstovum og kaféum.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu er tó ikki sannførd.
- Fólk atkvøða fyri, men siga síðani "eg vóni ikki, at hetta verður veruleiki." Tey ræðast, at tað kann fáa avleiðingar, um tey tala ímóti. Tað er ein ræðsla fyri, at man verður blakaður út og fær ikki akkurát tað, ein hevur ynskt sær, sigur Marin Katrina Frýdal.
Marin Katrina Frýdal sigur, at kommunan hevur bílagt eina kanning, men tað er eyðsæð, at úrslitið er avgjørt frammanundan, og at tað er týðiligt í árinskanningini.