Marie prinsessa innløgd við verkjum

Danska kongshúsið boðar í kvøld frá, at kona prins Joachim, Maria prinsessa, hevur fingið verkir og er innløgd á Ríkissjúkrahúsinum at eiga Joachim prinsur koyrdi sjálvur konu sína á sjúkrahúsið, eftir at hon hevði fingið verkir fyrr í kvøld. Hetta er fyrsta barnið hjá Mariu prinsessu, sum var sett at eiga tann 16. mai.

Joachim prinsur eigur frammanundan tveir synir við fyrrverandi konuni, Alexandru.

Nýggi prinsurin ella prinsessan verður nummar sjey í donsku trónuarvarøðini, sigur Lene Balleby, pressuleiðari hjá kongshúsinum við Ritzau.