Marianna: Í dag riggaði alt hjá Kyndli

(Rás2) Hoyr áttamálsskjúttan hjá Kyndli, Marionnu G. Eystberg seta orð á 33-20 (18-9) heimasigurin ímóti H71

Fyri løtu síðani var dysturin í hvonndeildini millum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn liðugur. Kyndilskvinnur vunnu greiðan 33-20 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 18-9. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Turið Arge og Marianna G. Eystberg við átta málum hvør. Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.

 

- Í dag riggaði alt hjá okkum næstan allan dystin, staðfesti ein fegin Marianna G. Eystberg í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 aftaná dystin.

 

Marianna G. Eystberg heldur, at bæði verjan og álopið riggaðu frá dystarbyrjan, og tí gjørdist uppgávan ikki líka møtimikil sum ímóti Stjørnuni 3. desember, tá tær máttu stríða ein tveymálssigur heim.

 

- Vit eiga at vinna greitt á slíkum liðum sum H71, slær Marianna G. Eystberg fast í samrøðuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Marionnu G. Eystberg aftaná 33-20 (18-9) sigurin á H71 fyrr í dag.

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1440029011024
 VÍF1237226710523
 VB143833107320
 NEISTIN14325336-1113
 STJØRNAN13289325-368
 H7115322391-697
 STÍF14212384-1721