Marianna aftur drúgvan knæskaða

- Eg lendi á vinstra beini og tað segði ”klikk”, fortelur VÍF spælarin

Marianna H. Jacobsen verður ikki við, tá VÍF í vikuni skal spæla móti Kyndli í FM finaluni hjá kvinnum. Stórskjúttin hevur fingið álvarsaman skaða í knæið.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Eg skjeyt eitt hoppiskot. Bólturin fór í málið, men eg lendi á vinstra beini og tað segði ”klikk”. Skanningin sigur, at ytri meniskurin er skrædnaður og fremra krossbandið er partvís slitið. Eg angri, at eg skjeyt hatta skotið, sigur Marianna H. Jacobsen við Sosialin í dag.

 

Hóast Marianna H. Jacobsen bara er 22 ára gomlu, so hevur hon verið fyri fleiri drúgvum skaðum. Tvær ferðir fyrr er krossbandið í knøunum slitið. Nú er ivasamt hvussu nógv bakkurin fer at gera við hondbólt um í framtíðini.

 

- Eg má hava knø at ganga á um 10 ár, so eg havi hug at takka fyri meg, sigur hon í samrøðu við ÍtróttarSosialin, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum.

 

VÍF og Kyndil spæla FM finalu mikudagin og leygardagin. Er ein vinnari ikki funnin tá, so verður ein triðja og avgerandi finala sunnudagin.