Maria vann Geyt­an og Áskoðara­virð­is­løn­ina og Jón fekk Andøvsfiskin

birkblog: Maria Tórgarð vann í gjárkvøldið báðar tær føroysku virðislønirnar fyri stuttfilmin Mammuskepilsið, og Jón Hammer fekk ársins Andøvsfisk fyri at halda føroyskari filmsgerð á fiskifeltinum.

Leygarkvøldið var eitt Geytakvøld av teim heilt góðu, sum í gomlum døgum, eftir at Niels Halm uppfann kvøldið, sum í samráð við familjuna Geyti fekk legendariska navnið, ið allir føroyingar við áhuga fyri filmi hava tikið til sín í rætta andanum, soleiðis, at øll eiga Geytan, ið hvørki er registrerað vørumerkið ella ogn hjá nøkrum stovni ella fyritøku. Fólkið eigur Geytan.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum eisini er ein av mest trúføstu Geytafjepparum, bjóðaði vælkomin og byrjaði kvøldið við ikki bara góðum men til høvið bestu orðum. Eftir átjan árum sum tingkvinna, hevði hon dagin fyri boðað frá, at nú tók hon seg úr politikki og stillaði ikki upp aftur.

 

Maria Tórgarð vann í ár bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri framúr hybrid filmin Mammuskepilsið, sum nam og rørdi øll í salinum. Eisini vertin, sum mátti fara frá og fáa samskiparan, Turið, at lesa. Framleiðarin, Jón Hammer, fekk Andøvsfiskin 2026 frá Filmsfelagnum.

 

Kapping hevur tikið seg upp millum borgarstjórarnar í Havn og Runavík at stuðla teimum báðum føroysku filmsvirðislønunum, sum nú eru 55.000 og 50.000 krónur.

 

Les meira her: Maria Tórgarð vann Geytan og Áskoðaravirðislønina

 

Lesið eisini: Geytin: Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar