Maria syngur um smílið

Nýtt video lag er alment, nú nýggja fløgan hjá Mariu á Lakjuni er knappan mánað burtur

Um ein lítlan mánað verður nýggj fløga við Mariu á Lakjuni at fáa. Fyri trimum árum síðani var fløgan, sum bar heitið Vøkur er verðin, útgivin. Nú nýggja fløgan við tíggju løgum verður útgivin, er Maria fjúrtan ára gomul. Heitið á fløguni er Tá eg hugsi um teg. Tað er Niclas Johannesen, sum hevur tikið upp, og Óli Poulsen hevur mixað.

 

Í sambandi við, at fyrra fløgan varð útgivin, var lagið, sum bleiv tað kendasta, Sum eitt summar, givið út sum videolag. Í hesum døgum er hetta videolagið spælt 75000 ferðir.

 

Í hesi vikuni hevur eitt staklag av nýggju fløguni verið at hoyra, og í dag er videoútgáva av hesum lagnum at síggja og hoyra á youtube. Tað er Raclip (Mikkjal Olsen og Tróndur Fuglø), sum hevur gjørt videoið.

 

Hesin fitti sangurin, sum er um næmingin, ið skal skriva stíl um orðið smíl, eitur Smílið. Tað er rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Páll Isholm, sum hevur skrivað tekstin, og pápi Mariu, Eyðun á Lakjuni, hevur gjørt lagið.

 

Nýggja videolagið ber tað til at síggja og hoyra við at trýsta á pílin á myndini.