Maria Summers við Skipá og Jákup Erlingsson Petersen verða nýggir prestar í Norðstreymoy. Tað er greitt aftaná, at kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi og Norðstreymoyar eystara prestagjaldi hava innstillað og valt komandi sóknarprestar. Tað skrivar folkakirkjan.fo.
Tá freistin á søkja tey bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi tann 17. juni vóru fýra umsóknir til kallið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi og tríggjar til tað í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi
Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna.
Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.
Sambært Fólkakirkjuni er ætlanini, at tey taka við kallinum 1. september. Ætlanin er, at Maria Summers við Skipá verður prestvígd í Dómkirkjuni 25. august.
Upplýst verður, at tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar prestin í embætið.

Maria og Jákup nýggir prestar












