Maria Mørkøre er úr Klaksvík. Hon hevur gingið á Listaskúla í
Danmark, og hevur teknað og málað síðani 1996. Seinastu árini hevur listin meira
ella minni verið hennara livibreyð. Maria undirvísir eisini í tekning og máling og fæst við ymiskt annað kreativt. Málningarnir, hon sýnir á hesi framsýning, eru flest oljumálningar, har hon lýsir menniskju, bygdaløg og føroysku náttúruna. Maria sigur at hon heilt tilvitað fæst við ta klassisku listina, tí
hon leitar eftir vakurleikanum í menniskjanum og í tí skapta.
Fernisering er ókeypis og verður fríggjakvøldið 16. juni kl. 19, framsýningin heldur fram juni mánað út. Upplatingartíðirnar hjá Leikalund eru hesar:
mán.- leyg. 10- 20, sun. 16-20










