Í sambandi við ferniseringina var livandi tónleikur, har Høgni Lisberg sang við gittarspæli og Maria sjálv sang eisini við gittar undirspæli av Tórfinni Jákupsson.
Talan er um religiøsar myndir í sterkum litum. Maria hevur gingið á Rønde Højskole í Danmark, har hon hevur lært seg meira innan málninga- og leirlist og tónleik.
Maria er 20 ára gomul og úr Leirvík, dóttir Simonu og Tom Johannesen. Yngra systirin, Jonna, hevur eisini havt framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.
Framsýningin í Smiðjuni er opin til og við í dag, mikudagin 4. februar, frá kl. 17.00 til umleið kl. 20.00