Maria Jørðdal Niclasen prestur í Norðstreymoy

Sunnudagin verður Maria Jørðdal Niclasen skipað í kallið í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík

Sunnudagin 22.mars verður Maria Jørðdal Niclasen skipað í kallið í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Kvívík.
 
Hetta verður gjørt við hátíðargudstænastu í Kvívíkar kirkju sunnudagin kl.17.00.

Maria hevur áður verið sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, nú hon tekur við embætinum eftir Theodor E.D.Olsen, sum varð sóknarprestur í Norðstreymi til 1.september í fjør, tá ið hann tók við sum sóknarprestur í nýggja prestagjaldinum í Suðurstreymoyar norðara prestagjald.
 
Umframt Mariu, røkja eisini prestarnir Marjun í Kálvalíð og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar kallið í Norðstreymoy.
 
Tað er dómprósturin, sum skipar Mariu Jørðdal Niclasen í embætið.