Stovukonsertirnar í Stoffalág 18 eru vorðnar eitt væl vitja afturvendandi tiltak, í kvøld fer Maria Guttesen á pall til eina sjáldsama solokonsert í Føroyum.
Hóast Maria hevur vitja føroyskar pallar seinastu árini m.a sum partur av Hjørdis og gentunum og í bólkinum hjá Kaj Klein, so er hetta fyrstu ferð í 8 ár, at vit fáa høvið at hoyra Maria solo á føroyskum palli. Ella pallur er kanska skeivt orð, tí í hugnaligu stovuni hjá Maud Heinesen, sálu, og Jens Paula Heinesen, sála, er als ikki talan um eina pallkonsert men heldur um intiman hugna, har áskoðarar og tónleikarar sita andlit til andlits.
Pláss er einans fyri hægst 40 fólkum, so tað ræður um at skunda sær! Verða pláss eftir, verða atgongumerki seld við hurðina ein hálvan tíma undan stovukonsertini.
Maria fer at syngja og spæla klaver og okkurt annað ljóðføri eisini. Og vit fara at hoyra løg frá ymisku útgávunum, sum hon hevur verið ein partur av ígjøgnum árini. Men eisini heilt nýggj løg vera á skránni.
Í løtuni er Maria m.a. í ferd vid at fyrireika innspælingar til eina spildurnýggja útgávu, sum kemur út í 2015. Komandi útgávan verður ein øðrvísi útgáva í mun til fyrrverandi útgávurnar hjá Mariu. Útgávan byggir á ‘co-writing’ saman vid útlendskum sangskrivarum.
Í 2011 og 2012 var Maria Guttesen eina tíð í USA saman vid rithøvundanum Lene Drachmann fyri at skriva sangir saman vid amerikanskum sangskrivarum.
Maria er ein gjøgnummusikalsk sál, sum livir og andar fyri tónleikin - og so er hon eitt multitalent. Hon er bæði komponistur, pianistur, sangari, gittarleikari, trummusláari og alt møgulig annað. Hennara blíða og av og á hása rødd, speglar hennara føroyska uppruna, har skiftandi veðrið bjóðar alt frá harðari ódn til blikalogn.
Sum persónur er Maria ein orkubumba, sum við sínum glaða lyndi, gløggu eygleiðingarevnum og góða humori, blandað saman við eini intensari nærveru, gerst eitt náttúrligt mittpunkt, har hon er. Hon fær fólk til at slappa av og gleða seg við henni um tónleikin. Tað er hesa gleðina, sum hon brennir fyri at geva heiminum gjøgnum sín tónleik.
F’LJÓÐ stovukonsert við Mariu Guttesen er í kvøld mikukvøldið tann 7. mai kl. 20.00 í Stoffalág 18.
Atgongumerki fáast við at skriva til boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen antin á Facebook ella við t-posti: elin(at)heinesen.fo










