Maria Guttesen á Føroyaferð

Um vikuskftið spælir Maria Guttesen tríggjar konsertir í Føroyum, við sær hevur hon kvinnuliga upphiting, Guðrið Hansdóttir og dóttir navframa danska trubadurin Sebastian



Tónleikur



Hóskvøldið í Klaksvík, fríggjakvøldið á Tvøroyri og leygarkvøldið í Havn, talan verður stutt sagt um eina regulera Føroyar turné, tá Maria Guttesen við bólki og tveimum upphitingarnøvnum, fer á pall.

Fyrireikararnir leggja ikki fingrarnar ímillum, og siga at komandi konsertirnar í Føroyum fara at avdúka eina nýggja, slóðbrótandi Mariu, sum kennir seg tónlistarliga sterkari enn nakrantíð, og Føroyar fara at síggja eina ørvísi og fjølbroytna Mariu Guttesen, sum bæði fer at spæla gomul kend og nýggj løg.

Maria hevur dugnalig folk við sær: Maria syngur og spælir sjálv klaver/wurlizer, Morten Ærø spælir trummur, Søren Bigum spælir el-guitar, Tomas Raae spælir bass og Sophie Ziedoy syngir kór. Øll eru tey útbúgvin á tónleikakonservatorium

Maria hevur fingið góð ummæli í bæði føroyskum, donskum og eisini enskum fjølmiðlum. Løg hennara verða javnan spæld í útvarpi í Føroyum og øðrum londum.

Seinasta árið hevur Maria spælt nógvar smærri intimar konsertir í Danmark, eins og hon var í Føroyum seinasta summar og var høvuðsnavnið á Amnesty konsertini í desember. Tá hevði hon boðið fleiri kendum føroyskum tónleikanøvnum saman við sær á pallin.


Kvinnulist og tónlistarlig eldsál

At hita upp fyri Mariu á konsertunum verða fløguaktuella Guðri Hansdóttir og danska Sara Grabow, ið er dóttir navnframa troubadourin Sebastian.

Maria er føroyski tónleikarin, sum veruliga hevur gagnnýtt síni framúrskarandi evnir at vegleiða, geva íblástur og coacha øðrum tónleikarum. Maria er ikki bert songkvinna, tónleikari, tónasmiður og tónleikalærari, hon er eisini nógv umbiðin sum tónleikaráðgevi.

Maria hevur givið tríggjar solofløgur út, har hon sjálv er sangari, tónleikari og produsari. Hon er sera fjølbroyt sum tónasmiður og løg hennara fevna frá barnasangum til power rock. Men líkamikið hvørjum Maria tónlistarliga arbeiðir við, so heldur hon fast um sína tónleikafilosofi og at tað skal verða hennara tónleikasál, sum er kjarnin í tónleikinum.


Dreymar og kvinna

Maria upptekur í hesum døgum sína dreymafløgu. Tað heilt serstaka við hesu fløgu er, at hon spælir øll instrumentir sjálv. Hetta er tí ein fløga, sum í allar mátar fær serstaka Mariu Guttesen ljóðið í hvønn krók og sum vísur ein sterka kvinnu við breiðum førleikum.

Konsertirnar í Føroyum vera í Atlantis í Klaksvík hóskvøldið 6., Klubbanum á Tvøroyri fríggjakvøldið 7. og Nordurlandahúsinun í Havn leygarkvøldið 8 september. Meira sæst um konsertirnar á www.nlh.fo og www.atlantis.fo, skriva fyrieikararnir.


Les meira um Mariu á www.mariaguttesen.dk