Margretha: Tá abbi nýtti náttpottin sum snapsaglas

Nú koma vit til seinasta partin av frásøgnini hjá Margrethu. Ein partur av hennara barndómslívi er eisini torvarbeiði, sum hjá øllum øðrum

Í seinasta parti varð greitt frá føroyska dansinum hjá Margrethu. Men tað kundi henda á sumri, at norskir hvalabátar komu inn, og manningin lænti dansistovuna. Tá var harmonikutónleikur og enskur dansur. Eg slapp tá saman við mínum systrum Jóhonnu og Ingu at fara í dans við teirri treyt, at vit komu beint heim, tá ið dansurin var liðugur. Tað varð ikki tolt, at vit fóru so mikið sum ein túr eftir dansin. Vit vistu, at mamma og pápi sótu og bíðaðu, til vit komu heim.

Arbeiði í bø og haga
Sum eg havi greitt frá, luttók eg í øllum arbeiði, so sum velting, at seta niður epli, hoygging, korndyrking og mylluarbeiði. Afturat hesum kom so torvarbeiði.
Hóast hetta arbeiði kundi vera strævið til tíðir, so helt eg tað vera áhugavert, og eg kundi altíð fara til verka. Hevði kanska betri hug enn systrarnar.
Torvarbeiðið í Glyvrardali var ein sonn njóting. Pápi skar torvið millum túrar, so var tað mamma saman við okkum børnum, sum skuldu fáa torvið turkað. Vanliga fóru vit avstað beint eftir morgunmat. Vit høvdu so mat við okkum, breyð við smøri, kjøt og nóg mikið av te og kaffi, sum vit kókaðu á einum báli í haganum. Hetta var alt ein serstøk uppliving. Umframt hetta fingu vit tónleik frá teimum mongu ymisku fuglasløgunum í haganum.
Vit leitaðu eisini eftir fuglareiðrum men fingu strong boð um ikki at gera reiðrum ella pisum fortreð.
Tað var ein óskrivað lóg, at heiðafuglurin skuldi hava frið. Men tó hendi tað, at likka og kjógvi vóru sum ránsmenn móti hesum friðarligu íbúgvunum í haganum. Men tá var stuttligt at síggja, hvussu tjøldur og spógvar skipaðu verju móti hesum ránsmonnum og fingu avmarkað teirra rán.
Ùt móti middag kom omma út til okkara við heitum mati. Sum hetta smakkaði væl! Vanliga sat omma og hugnaði sær saman við okkum, til hon fór til hús at hava nátturðan kláran til okkara. Tá vit so komu heim, var matarlysturin eisini góður.
Á Rituvíkshálsi høvdu vit rætt til ein mansskurð, sum var um 60 leypar. Hetta var roknað sum tað, ein maður kundu skera eftir einum degi, men hetta valdaðist eisini hvussu umstøðurnar vóru. Í Landsurðini høvdu vit 3 mansskurðir.
Meðan torvið á Rituvíkshálsi var gott, var torvið í Landsurðini blandað við grasrøtur. Vit plagdu at blanda hetta torv á tann hátt, at fyri hvønn leyp úr Rituvíkshálsi høvdu vit tríggjar úr Landsurðini.
Okkara torvheiðar vóru so langt burtur, at pápi gjørdi ein rennistrong at fáa torvið oman, og lætti hetta nógv um. Frá Rituvíkshálsi bóru vit torvið í leypum, sum vóru gjørdir eftir okkara aldri og styrki.
Ein dagin kom konan, haðani eg var rýmd, sum eg fyrr havi greitt frá, heim til okkara at geva ilt av sær. Eg sá hana koma, so eg skundaði mær at bjóða mammu at eg skuldi fara eftir torvi. Hesum tilboði var mamma sera fegin um og segði: “Ja, góða Margretha, tað er vakurt av tær at bjóða teg fram. Far tú bara og bið Jesus vera við tær.”
Eg tók mær góða tíð. Tá ið eg sá konuna fara avstað aftur, tók eg leypin á bakið og fór heim. Mamma takkaði mær fyri beinan og helt fyri við einum skálkasmíli, at eg vist hevði funnið útav, at konan var á veg at klaga. Men tað skuldi eg ikki vera hørm um. Eg skuldi kortini ikki aftur til hennara.
Bardagi millum tarvar
Sum áður nevnt var Nes kirkja okkara kirkja. Hagar var langt at ganga, og vit máttu ganga í haga, har neytini gingu úti á sumri. Vanliga var tarvurin útkomin um ólavsøkutíðina. Hesa tíðina fóru vit ikki í kirkju, uttan at menn vóru í fylgi við okkum.
Beljan hjá toftatarvinum ól glyvratarvin at koma á somu leið, og tá kundu hesir báðir tarvar leypa saman at berjast. Men teir sluppu ikki at oyðileggja hvønn annan. Tað vardi ikki leingi fyrr enn bóndin av Glyvrum kom at skilja sundur. Tað vildi verið ov kostnaðarmikið at lata hesar tarvar lamløsta hvønn annan.

Náttpotturin sum snapsaglas
Per Nielsen var, sum fyrr greitt frá, fyrstu árini einasti keypmaður í Saltangará. Her kundu vit keypa tað mest neyðuga. Men nakað luksus minnist eg ikki at vera í handlinum. Per var av tí gamla skúlanum, so her var einki óneyðugt at fáa. Skuldi vit hava slíkt, so keyptu pápi ella abbi tað, tá ið teir vóru í Havn.
Eg minnist eina ferð, at abbi saman við nøkrum øðrum monnum hevði lænt ein bát hjá Per Nielsen at fara til Havnar til handils. Omma bað abba keypa sær ein blomstrutan náttpott.
Tá ið hann kom heim seint á kvøldi, hevði hann kenning. Omma lætst sum einki og tók ímóti náttpottinum, sum abbi hevði minst til at keypa. Hon setti nøsin niður í pottin, hugdi hvassliga at abba og spurdi: “Hvat er tað, tú hevur havt í pottinum?” Nú mátti abbi játta sínar syndir. Hann greiddi frá, at menninir í felag høvdu keypt ein dunk av brennivíni. Men tá ið einki var í bátinum at drekka úr, høvdu teir nýtt náttpottin!
Hann var úr porseleni við reyðum blómum. Omma ansaðu væl eftir honum. Men tá ið hon doyði, vóru tað vist fleiri, sum komu at nýta hann. Hetta hevur hann ikki tolt, og hann gjørdist skjótt so skaraður, at hann ikki kundi nýtast longur.
Áhugaverd frásøgn


Hetta var so seinasti partur av hesi persónligu søguni hjá Margrethu. Framhaldið er í sjálvari frásøgnini hjá Kristiani. Men hon fekk so eitt spennandi lív í fremstu røð í samfelagnum.



------------------
Komandi partur
Ì hesum umfarinum er ein partur eftir av hesi frásøgn hjá Kristian Djurhuus. Men komandi Miðvika verður um Teddy Kollek, borgmeistaran í Jerusalem, sum hevði verið 100 ár tann 27. mai. Tað áhugaverda er, at hann hevði eitt serligt samband til Føroyar