Í gjár var aftur rættarfundur í málinum um Injektor Trawlddors í Horsens. Stjórin og ein roknskaparkønur maður eru ákærdir fyri milliónasvik.
.
Ákærin vil hava stjóran dømdan fongsulsrevsing fyri millum annað skjalafalsan, svik, fíggjarundandrátt og skattasvik.
Hon legði fram skjøl við bankaflytingum og segði, at peningurin varð brúktur til innbúgv, ur, prýðislutir, taskur, ferðir og til at gjalda lestarlán hjá konuni. Hetta vóru útreiðslur fyri fleiri hundrað túsund krónur. Peningurin fór til privata nýtslu hjá familjuni hjá stjóranum, men tað var peningur, sum fyritøkan átti.
Ákærdi hevur áður sagt, at hann kendi einki til roknskap. Men tað heldur ikki. Tann, sum átekur sær at vera stjóri fyri eina fyritøku, hevur eisini ábyrgd av roknskapunum. Og tað, sum her er hent, er tilvitað skjalafalsan svik og fíggjarundandráttur, segði ákærin.
Hetta skrivar Horsens Folkeblad í dag.
Rættarfundurin heldur fram í morgin.