Við støði í samgonguskjalinum er landsstýriskvinnan, Margit Stórá, farin undir fyrireikingar til at orða ein nýggjan politikk fyri alt heilsuverkið við langtíðarætlanum og ítøkiligum málum og visjónum.
- Í hesum sambandi er landsstýriskvinnan farin til Íslandi, eitt nú fyri at fáa íblástur til, hvussu arbeiðið við at orða ein heilsupolitikk kann skipast.
Tað siga tey í heilsumálaráðnum í dag.
Meðan Margit Stórá hevur verið í Íslandi, hevur hon havt fund við íslendska heilsumálaráðharran, Willum Þór Þórsson.
Ísland hevur ein yvirskipaðan heilsupolitikk fyri árini 2019-2030, og tá landsstýriskvinnan mánadagin hitti íslendska heilsumálaráðharran, fekk hon innlit í íslendsku royndirnar at orða ein samlaðan politikk fyri heilsuøkið, og hon fekk eisini høvi at spyrja um politisku tilgongdina at evna politikkin.
Í gjár luttók landsstýriskvinnan á ráðstevnu um burðardygga heilsu.
- Ráðstevnan hevði heitið “Data and Digitalization: Crafting the Future of Sustainable Healthcare”. Á ráðstevnuni vórðu spennandi møguleikar við talgilding og dátum á heilsuøkinum viðgjørdir, siga tey í heilsumálaráðnum í dag.