Í vetur fara tey í Vági at spæla fótbólt og íðka frælsan ítrótt , innandura í stórari marghøll.
Í kvøld viðgjørdi Vágs Býráð eina umsókn frá Vágs Ítróttarráði um at fáa byggiloyvi til marhøllina høllina, og tað varð samtykt. Høllin verður undir liðini á Pálshøll inni á Oyrunum í Vági.
Sjálv høllin er í gerð í Finnlandi og hon verður liðug um einar fimm vikur. Síðani skal grundin stoypast í Vági og gongst sum ætlað, kemur høllin til Føroya august, september, sigur Dennis Holm Borgarstjóri í Vági.
Tað tekur einar 10 dagar at pakka høllina út, men tá ið tað er gjørt, verður hon reist upp á tveir, tríggjar dagar.
Marghøllin kostar 14 milliónir krónur og Vágs Býráð hevur samtykt at stuðla verkætlanini við tilsamans 5,5 milliónum, sum eru játtaðar í smáum í fjør, í ár og næsta ár.
Samstundis hevur Fótbóltssambandi givið tilsøgn um stuðul, men krónutal er ikki sett á og aðrir stuðul er eisini væntandi aðrastaðni frá.
Marghøllin er ein stór høll, sum er 75,5 metrar long og 50 metrar breið. Høllin er sjey metrar høg við síðuveggirnar og 15 metrar høg á miðjuni.
Í høllini verður hálvur fótbóltsvøllur, sum er 60 metrar langur og 40 metrar breiður.
Harumframt verða góðar umstøður til frælsan ítrótt, tí rennibreyt verður rundan um vøllin. Á aðrari síðuni verða fýra geilar, soleiðis at tað ber til at hava kappingar í 60 metra renning og 60 metra forðarenning. Á hinari síðuni verða tvær geilar. Harumframt verða eisini umstøður til longdarlop, trýlop og hæddarlop.
Í høllini verður eisini ein klatriveggur, sum er 12 metrar høgur, sum bæði kann brúkast til klatring og til síðing.
Inni í høllini verður ein stórur bygningur við skiftirúmum, fundarhøli, felagshøli, goymslurúmi, wc og og skrivstova.