Nú ber til at melda seg til árligu Talentkappingina, sum Margarinfabrikkin
skipar fyri. Kappingin er fyri børn frá 3. til 7. flokk.
Tvey undanumfør vera 25. og 26. mai og finalan verður 27. mai í Margarinfabrikkini. Í fjør vann tónleikabólkurin Dragon Eye og spennandi verður at vita hvør vinnur Talent í ár.
So um tú dugir væl at syngja, dansa, ganda, flenna, hoppa ella okkurt heilt annað so kanst tú melda teg til.
Vinnarin av Talent 2011 sleppur at framføra á stóra pallinum á Barnafestivalinum 2011, umframt at hann fær gávukort.
Hetta boðar Margarinfabrikkin frá í dag.