Norðlýsið skrivar, at Marek Wierzbicki í farnu viku flutti sítt spæliloyvi úr KÍ og til MB, har klaksvíkingurin Dánjal Jákup Joensen er annar av venjarunum. Í nógv ár taldist Marek millum bestu útlendsku spælararnar í føroysku kappingini, og hann hevur verið sera áhaldandi. Í fjør spældi onkran dystin á besta liðnum hjá KÍ sum 41 ára gamal. NÚ skal Marek geva MB eina hjálpandi hond í 2. deild.