Marc Janko er leikbannaður ímóti Føroyum

Marko Arnautovic er eisini leikbannaður til dystin í annaðkvøld.

Liðskiparin á tí eysturríkska fótbóltslandsliðnum, sum skal spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45 er leikbannaður.

 

Marc Janko er leikbannaður, og ein annar framherji á eysturríkska landsliðnum, Marko Arnautovic er eisini leikbannaður til dystin á Tórsvølli í annaðkvøld.

 

Hetta eru ikki so galin tíðindi fyri føroyska liðið, tí Marc Janko og Marko Arnautovic hava skotið fitt av málum fyri tað eysturríkska fótbóltslandsliðið. 30 ára gamli Marc Janko hevur skotið 14 mál í 34 landsdystum, meðan 24 ára gamli, Marko Arnautovic hevur skotið 7 mál í 27 landsdystum.