Rennifelagið í Havn, Bragdið, skipar 19 juli fyri fyrstu maratonkapprenningini nakrantíð í høvuðsstaðnum. Kappingin verður hóskandi kallað Tórshavn Maraton. Hetta er bert aðru ferð, at skipað verður fyri maraton kapping í Føroyum. Fyrru ferð var við oyggjaleikirnar í 1989, tá føroyingurin, Absalon Hansen, endaði ovast á sigursskamlinum.
Samstarv við íslendingar
Í samband við Tórshavn Maraton hevur Bragdið í hesum døgum vitjan av tveimum íslendingum, sum skulu hjálpa við fyrireikingunum til kappingina. Báðir íslendingarnar eru við í samskipanini av Reykjavík Maraton, og teir skulu leggja føroyingum lag á.
Føroysku samskipararnir av Tórshavn Maraton ætla at kappingini skal fáa altjóða viðurkenning. Fyri at tað skal eydnast, skulu nøkur krøv lúkast. Eitt nú er krav, at rutan, sum skal rennast, skal vera máta av einum góðkendum rutumátara. Hesum hava føroyingar tikið til sín, og í hesum døgum er altjóða góðkendur rutumátari í Føroyum, og hyggur at umstøðunum.
Á heimasíðuni hjá frælsum ítrótti í Føroyum stendur, at seinast í 15.juni verður kunngjørt hvør endaliga rutan í Tórshavn Maraton verður.
Stórur áhugi
Tórshavn Maraton í ár er ein roynd av sínum slag hjá Bragdinum, og ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.
Seinnu árini eru fleiri og fleiri føroyingar farnir at renna maraton. Ein av samskiparunum av Tórshavn Maraton, Robert Vilhelmsen, sum sjálvur er maratonrennari, sigur, at um 25-30 føroyingar árliga renna maraton. Robert vónar, at Tórshavn Maraton fer at økja enn meir um áhugan hjá føroyingum at renna maraton.
Stigtakararnir til kappingina vóna, at luttakartalið verður um 35-40. Fleiri útlendingar hava sýnt kappingini áhuga, og í løtuni siga maratonrennarar úr Danmark, Íslandi og fjarskotna Mallorka seg vilja at koma til Føroya til kappingina.
Stuttleikarenning
Fyri at skapa ein serligan renni dám í býnum 19.juli, skipar Bragdið eisini fyri stuttleikarenning fyri tey, ið ikki seta seg fyri at renna maratonteinin. Ætlanin við stuttleikarenningini er at fáa fólk at røra seg hendan dagin, uttan at nøkur krøv verða til skjótleika ella tíð. Teinarnir í stuttleikarenningini vera 5 km fyri vaksin og 3 km fyri børn.










