hondbóltur
VB setti punktum fyri eini sera strævnari viku, tá tær sunnudagin spældu dyst í Havn móti Neistanum. Eina viku, har vágsgenturnar nærum vóru meginpartin av tíðini úr heimbygdini, tí tað ikki var gjørligt at fáa allar dystirnar avgreiddar fylgjandi dagar.
Gekk væl
Nú spældi alt kortini væl av hjá VB, og einki er at ivast í, at tær er fegnar um, at so bleiv.
Teir tríggir dystirnir góvu fult stigatal í landskappingini, har VB nú hevur drigið frá Kyndli og Neistanum, tó at VÍF og Stjørnan enn liggja dekan ov langt frammi, og harumframt er plássið í hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini eisini tryggjað.
Í hesari skulu tær annars hitta Stjørnuna, sum sostatt fær fleiri fylgjandi dystir móti VB, og einki er at ivast í, at áskoðararnir í hesum dystum fáa fleiri áugaverdar uppgerðir.
Eingin ivi
Móti Neistanum var tað VB, sum var á odda at kalla allan dystin. Munurin í fyrra hálvleiki kom onkuntíð upp í eini fýra mál, men Neistin fekk kortini minkað um, soleiðis at bert tvey mál skildu partarnar í steðginum.
Seinna umfarið øktu gestirnir skjótt, og í vanda kom sigurin ongantíð. Heldur var líkt til, at talan skuldi gerast um stórtap, tá VB brádliga økti úr fimm upp í 10 mál, men seinastu minuttirnar hildu gestirnir uppat við at skora, so Neistin aftur fekk pyntað um.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Birita Wardum 6, Annika Thomsen 5, Súna Mørk 2, Mildrid Jacobsen 2, Ata Høgnadóttir 2
VB: Gurið Mortensen 7(3), Regina Radó 7(2), Andrea Lütz 5, Eyðbritt Krosslá 2, Mary Krosslá 1, Christina Holm 1, Sólrun Krosslá 1
Brotskøst: VB 6
Útvísginar: Neistin 3, VB 1
Dómarar úr Tjaldri: Dánial Hansen og Kári Hansen