Leygardagin 7. juni skipar Bragdið fyri árliga Tórshavn Marathon. Umframt at renna marathon verður eisini møguligt at renna hálv marathon og 5 km. Tann seinni teinurin er liður í Heilsurenningini, sum Bragdið saman við Tórshavnar kommunu skipar fyri.
Nógv verður gjørt burtur úr í miðbýnum hendan dagin, sum er dagin eftir Mentanarnáttina.
Umframt rennikappingarnar verður eitt nú Marknaðardagur í Tinghúsgarðinum, har áhugaði selja ymiskt, tey sjálvi hava evnað, brúkt klæðir og leikur, gomul ting og annars alt, sum kundi havt áhuga fyri onnur.
Marathonrenningin byrjar á Vaglinum klokkan 9.00, og Heilsurenningin byrjar sama stað klokkan 11.00. Øll sum ætla sær at renna, skulu skráseta seg á bragdid.fo. Freistin at melda til er hósdagin 5. juni.










