Hóast 21 ára gamli Gonzalo Higuain hevur skotið 19 mál fyri Real Madrid, hevur argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, enn ikki hug at boðsenda unga stjørnuskotinum til landsliðsfótbólt. – Tit mugu orsaka meg, men eg geri av, hvør spælir á landsliðnum, og eg skal nokk ringja til hansara, tá eg haldi, at hansara tíð er komin, sigur Maradona. Higuain er annars føddur í Fraklandi, og tí kann hann spæla við franska landsliðnum, men sjálvur hevur sagt, at hann heldur vil spæla fyri Argentina, haðani bæði foreldrini stava.