Fótbóltssambandið í Honduras sigst vera áhugað í at seta Diego Armando Maradona í sessin sum landsliðsvenjari.
Áður hevur Maradona verið settur í samband við okkurt starv nær argentinska landsliðnum, men sjálvur hevur hann tó ongan tíð váttað hesi tíðindi. Men tað ger hann nú.
- Maradona hevur sagt okkum, at hann er til reiðar at átaka sær uppgávuna hjá okkum. Og tí eru vit sjávlandi áhugaðir í. Hann er um nakar maðurin, sum kann geva okkum eitt navn í altjóða fótbólti, sigur forsetin í fótbóltssambandinum í Honduras, Rafael Callejas við Reuters.










