Legendariski argentinski fótbóltsspælarin, Diego Maradona, ið fleiri meta sum besta fótbóltsspælara í heiminum nakrantíð, hevur veruliga gjørt um seg til HM-endaspælið í Russlandi í hesum døgum. Í kvøld gjørdi hann so mikið nógv um seg, at hann mátti koyrast á sjúkrahúsið eftir dystin millum Argentina og Nigeria.
Longu í fyrsta dystinum hjá Argentina móti Íslandi, gjørdi fyrrverandi argentinski fótbóltsspælarin eitt sindur um seg, tá hann sat og roykti sigar í einari VIP-stovu undir dystinum, hóast royking ikki er loyvd undir endaspælinum.
Men í kvøld kom Diego Maradona meira í andglettin. Undir dystinum móti Nigeria í kvøld bjóðaði Diego Maradona fyrst einari nigerianskari kvinnu til dans í VIP-stovuni, og seinni gleddist hann sum ongantíð fyrr, tá Lionel Messi legði Argentina á odda 1-0. Síðani sovnaði Maradona eina lítla løtu.
Í seinna hálvleiki var Diego Maradona vakin gjøgnum mestsum allan hálvleikin, og tá Argentina skoraði til 2-1 ímóti dystarenda, tók gleðin aftur yvirhond. Maradona fegnaðist við at vísa báðar teir longstu fingrarnar út móti áskoðarunum, sum hevur fingið stóra umtalu um allan heimin.
Útlendskir miðlar skriva aftaná dystin, at Diego Maradona mátti leiðast út av leikvøllinum eftir dystin í kvøld, og at hann varð sendur á sjúkrahúsi aftaná dystin. Sum skilst er orsøkin, at Diego Maradona var so illa rúsaður til dystin.
Diego Maradona luttók sjálvur til fýra HM-endaspøl, og var millum annað við til at spæla Argentina í finaluna í HM í 1986 og 1990. Diego Maradona er 57 ára gamal. Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja hvussu standurin var á Diego Maradona undir dystinum í kvøld.










