Argentinska landsliðið hevur havt stórar trupulleikar í seinastuni, og tilveran hjá Maradona sum landsliðsvenjara gjørdist ikki lættari, tá liðið í gjár tapti 2-0 móti Ecuador. Hesa ferð misnýttu Tevez og Messi gyltar møguleikar fyri steðgin,og so kundu Ayovi og Palacio við tveimum málum seinasta korterið syrgja fyri einum 2-0 sigri. Argentina er nú undir hørðum trýsti frá Ecuador, men enn er liðið á fjórða plássinum, sum gevur atgongd til HM.