Mao-standmynd oyðiløgd

Vantandi byggiloyvi hevur elvt til, at ein risastór standmynd av Mao mátti rívast niðuraftur.

Ovurstóra standmyndin av Mao, sum nú er rivin niður, tí myndugleikarnir ikki høvdu givið byggiloyvi (Mynd: Polfoto)

Talan er um eina ovurstóra gullmálaða standmynd av gamla kinesiska leiðaranum, Mao Zedong, sum var reist í Henan-landspartinum har eysturi í Kina. Lokalu myndugleikarnir høvdu ikki givið neyðugu loyvini til at reisa standmyndina, upplýsir blaðið hjá kinesiska kommunistaflokkinum, Fólksins Dagblað.

Standmyndin, sum var 36,6 metra høg, var reist av einum bólki av kapitalistum, og kostaði tað væl yvir tríggjar milliónir krónur at gera hana, men fólk har á leiðini hevur hildið lítið um ógvusliga listaverkið.

Fleiri vísa á, at í Henan var hungursneyðin so stór í 50-unum, at eini 40 fólk doyði í hungri, sum ein beinleiðis avleiðing av búskaparpolitikkinum hjá Mao og hansara stýri.

Hóast Mao verður lagdur undir at hava elvt til deyða hjá kinesarum í milliónatali, er gamli formaðurin framvegis høgt í metum í Kina, har kommunistaflokkurin eisini ger sær dælt av arvinum eftir hann fyri at varðveita stuðulin frá fólkinum.