Manuela pilkaði stjørnurnar niður

Stjørnan fekk bara 9 mál seinastu 47 minuttirnar av steypafinaluni. Manuela Stan Jensen tók mest sum alt, sum varð tveitt eftir henni, og so gjørdist tað Neistin, sum í ár streyk avstað við steypasigrinum

Hondbóltur

Tað man vera langt síðani, at steypafinalan hevur verið somikið málfátæk, sum hon var tað leygardagin. Bara 32 mál í 60 minuttir er ikki tað, sum føroysku kvinnuhondbóltur hevur vant seg við seinnu árini. Og so slettis ikki Stjørnan, sum í fleiri ár hevur verið eksponentur fyri kvikan og undirhaldandi hondbólt.

Fáur mundi ivast í, at Stjørnan var greiður favorittur at vinna finaluna, og fyrstu løtuna var heldur ikki nakað sum helst, sum bendi á, at tær skuldu fáa trupulleikar av nøkrum slag.
Báðir partar tóktust hava stórar trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman. Teknisku mistøkini vóru nógv í tali, soleiðis at bólturin ferð eftir ferð varð tveittur burtur.
Neistin fekk tó mótbrekkuna at kenna, tá tær tíðliga í dystinum fingu tvær útvísignar á rað. Við tveimum spælarum í yvirtali lupu favorittarnir upp á 5-1, og so var spenningurin nærum burturi.

Verjan og Manu
At Neistin kortini kom aftur í dystin, stóðst serliga av tveimum lutum.
Fyrst og fremst, so fingu tær verjuna at rigga. Mitt fyri sluppu spælararnir hjá Stjørnuni mest sum als ikki ígjøgnum, og við Manuelu Stan Jensen í málinum eru leysir vongspælarar ikki so vandamiklir, sum tær vanliga eru.
Og so gjørdi tað minni, at sjálvt spælið á vøllinum annars var so sum so. Spakuliga togaði Neistin seg uppeftir. Frá at vera fýra mál aftanfyri, vunnu tær seg trý mál framum, og tó at Stjørnan fekk javnað aftur, so tóktust tær bláu vera sálarliga omaná, tá farið var til hálvleiks.

Manu og Manu
Og í seinna hálvleiki hildu tær alla tíðina fast. Kanska var dysturin ikki so framúr góður, sum roknast kann við av eini steypafinalu. Men meira enn sjálvt spælið, so verður tað uttan iva avrikið hjá Manuelu Stan Jensen, sum verður standandi í minninum eftir dystin.
Snøgt sagt, so var talan um fantastiskt málmansspæl. Líka mikið, hvat og hvussu Stjørnan royndi, so pilkaði hon tær niður. Sjálvsálitið á reyðu spælarunum mundi eisini minka alt meira, sum dysturin leið. Og at tær reyðu ikki fingu nakað mál seinasta korterið staðfestir eisini málmansavrikið.
Týdningarmesta bjargingin av øllum var kanska tann, sum hon hevði einar tríggjar minuttir fyri leiklok. Við tveimum misnýttum brotskøstum hevði Neistin ikki tikið av, tá tær eitt skifti vóru tvær í yvirtali, og nú hevði Stjørnan feingið ein seinasta møguleika. Tað eydnaðist teimum eisini at spæla Neista-verjuna tunna, men meira enn tað sama hendi ikki. Einar tvær ferðir sparkaði Manu bara bóltarnar upp undir loftið, tá leysar mótstøðukvinnur royndu seg. Og tá fyrst Ása á Neystabø og síðani Mildrið Jacobsen sendu seinastu bóltarnar í kassan, var leyst og liðugt. Bláa fjøldin kundu tysja á vøllin, tá seinasta ýlið ljóðaði. Fyri fyrstu ferð í átta ár kom eitt gullmerki aftur til Neista-kvinnurnar.

Deydligur bonkur
Hjá Stjørnuni var vónbrotið sjálvandi stórt, nú tað ikki eydnaðist at taka steypið til ognar, soleiðis sum tær høvdu sett sær fyri.
Tað skal einki takast frá stríðsviljanum og liðavrikinum hjá Neistanum. Og serstakliga fantastiska málmansavrikið frá Manuelu. Men samstundis var tað eisini merkisvert, hvussu fá vápn Stjørnan hevði at venda gongdini við.
Fyrst og fremst, so fullu vantandi útskiftingarnar í eygað. Tað vóru mest sum somu spælarar, sum spældu allar 60 minuttirnar, og tá er avmarkað, hvussu nógv nýggj hugskot kundu koma inn á vøllin. Kanska skal tað ikki lítast blaðungum spælarum upp í hendi at venda dystinum. Men vórðu hesar nýttar í størri mun, so kundi tað givið teimum meira royndu nakað meira av hvíld og nakað minni av frustratiónum. Seinastu løtuna stóð í øllum førum greitt, at krútið var uppi. Enn ikki við seks móti fýra megnaðu tær veruliga at skræða Neista-verjuna sundur.

FM-spenningur
Eitt er, at Neistin nú er steypavinnari. Annað er, at FM-spenningurin nú tykist vera nakað nógv størri, enn hann áður hevur verið í ár. Frá flestu síðum hevur alla tíðina verið roknað við, at Stjørnan eigur sterkasta liðið.
Tað hava tær kanska eisini, men styrkin er ikki størri enn so, at eisini tær kunnu takast. Hvørt talan bara var um ein einstakan kiksara, ella um finalan sýndi tekin um eitt valdsskifti, er enn ov tíðliga at siga nakað um. Ein ábending fæst tó longu komandi vikuskifti. Tá skal Stjørnan á heimavølli taka ímóti nýklaktu steypavinnarunum úr Neistanum, og hesa ferð er favoritt-leikluturin í øllum førum ikki eins greiður.

Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 14-18 (9-10)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 6 (4), Joan M. Djordjevic 5(1), Bára Skaale Klakstein 1, Anna Kristian Samson 1, Una Olsen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8(3), Ása á Neystabø 3, Katrin á Neystabø 2, Annika Thomsen 2, Mildrið Jacobsen 1, Birita Wardum 1, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 5
Útvísingar: Stjørnan 6, Neistin 8
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen. Høvdu sum so eina greiða linju, men tóktust í løtum mest sum ov spentir upp á uppgávuna. Nakað sum eitt nú gjørdist sjónligt, tá teir fleiri ferðir bríkslaðu ov tíðliga, heldur enn at lata fyrimunsregluna galda.