Manuel Pellegrini ilskast um brotsspark

(Kykmynd) Hoyr Manchester City venjaran geva ilt av sær um brotssparkið, ið Tottenham fekk

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr tað, sum Manuel Pellegrini hevði at siga um brotssparkið Mark Clattenburg, enskur FIFA-dómari dømdi til Tottenham, tá Tottenham vann 2-1 á Manchester City á Etihad leikvøllinum í Manchester.

 

Manuel Pellegrini er ósamdur um, at talan var um brotsspark, tá Raheem Sterling fekk bóltin á armin í brotsteiginum hjá City. Harry Kane setti brotssparkið í netið til 1-0. Manuel Pellegrini skýtur eisini eftir Mark Clattenburg fyri vánaliga døming, tá Tottenham vann 4-1 á City á White Hart Lane fyrr hetta kappingarárið. Tá vóru minst tvey av málunum hjá Tottenham offside, sambært Manuel Pellegrini.

 

Mong høvdu væntað, at enska fótbóltssambandið fór at revsa Pellegrini fyri útsøgnirnar ímóti Mark Clattenburg, men einki frættist um nakra revsing til Manchester City venjaran.