Tá farið verður undir truplar uppgávur, er ofta vanligt, at ein vegleiðing - manualur - verður nýttur.
Og eina slíka vegleiðing hevur Neistin eisini nýtt, tá tær hava dystast við Stjørnunna. Og hjá teimum bláu eitur manualurin Manuela.
Í steypafinaluni var hon skansin, sum støðugt kundi verja bláa málið, og við seks av seks møguligum brotskastbjargingum var hon eisini lyklaspælarin, tá Neistin vikuna eftir vann tepran sigur í Klaksvík.
Og sunnudagin var tað enn einaferð hon, sum var í lyklaleikluti. Serstakliga fyri steðgin hevði hon eitt hav av bjargingum. Og tó at Stjørnan eftir steðgin gjørdist als naskari, so hevði hon aftur fleiri og týðandi bjargingar, tá harðast leikaði á. Ikki minst, tá hon 30 sekund fyri leiklok bjargaði skotinum frá mest sum leysu Louisu Andreasen. Ein bjarging, sum upp á sera hóskandi hátt undirstrikaði, at Neistin í henni hevur helst mest týðandi spælaran í føroyskum kvinnuhondbólti yvirhøvur. Heitið sum ársins málverji í ár man vera mest sum sjálvskrivað longu nú. Og tað skal ikki koma óvart á nakran, verður hon eisini kosin sum ársins leikari.