Flogbóltssamband Føroya hevur endursett Bárð B. Mikkelsen sum landsliðsvenjara.
Føroyska manslandsliðið skal í døgunum 12. – 16. mai spæla við í kappingini um Evropeiska Meistaraheitið. Kappingin verður í Luksemburg og liðini í bólkinum eru umframt Føroyar: Luksemburg og Norður-Írland.
Føroyar spældu í juni mánaða 2015 ímóti Luksemburg og taptu 3-0, men móti Norðurírlandi hevur føroyska liðið havt góð úrslit, so møguleikar skuldu verið at fingið eitt gott úrslit, soleiðis at liðið kann spæla seg til endaumfarið, sum verður í 2017.
- Tað er ein fongur fyri føroyskan flogbólt, at Bárður B. Mikkelsen enn einaferð vildi átaka sær uppgávuna sum føroyskur landsliðsvenjari, tí liðið hevur ment seg nógv undir hansara leiðslu, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya. Hann heldur, at tað serliga eru tað royndirnar hjá Bárði í Danmark, sum hava givið liðnum íblástur. Hann fegnast eisini um, at Ragnar í Haraldsstovu heldur áfram í starvinum sum hjálparvenjari, tí samstavið millum hesar hevur verið sera gott.
- Eg eri fegin um, at Flogbóltssambandið hevur valt meg at arbeiða víðari við manslandsliðnum saman við Ragnari. 2014-2015 hava verið tvey góð ár við sjónligari framgongd á liðnum, har leikararnir og vit hava funnið eitt felags áralag í menningini av føroyska manslandsliðnum, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Føroyska manslandsliðið í flogbólti vann silvur á Oyggjaleikunum 2015, og var við í endaumfarinum í kappingini um EM fyri smátjóðir.
- Eg royni at nýta mínar royndir frá einum hægri støði í útlondunum - bæði sum leikari og venjari - til at eggja føroysku leikararnar at venja málrættað og nógv - fyri á tann hátt at gerast betri flogbóltsleikarar, og harvið sum lið, at taka ímóti størri avbjóðingum, sigur landsliðsvenjarin.
Fyri at koma víðari til endaumfarið, sum verður í Íslandi í 2017, krevst at liðið í minsta lagi endar nummar tvey í bólkinum í kappingini í Luksemburg í mai. Bruttohópurin til kappingina verður úttikin seinni í vikuni.