Umframt, at føroyska kvinnulandsliðið spælir EM-undankappingardystir 25. og 29. mars og so aftur 27. og 31. mai, so spælir manslandsliðið eisini dystir í vár.
Næsta stóra verkið hjá føroyska manslandsandsliðnum í hondbólti, er EM-undankappingin, sum byrjar í november.
Mánaðarnar áðrenn snýr tað seg um fyrireiking, og føroyska manslandsliðið skal spæla áhugaverdar venjingardystir í apríl og aftur í mai.
12. apríl ferðast landsliðið til Póllands, har ein venjingarkapping er við B-landslið hjá Norra, Póllandi og Suðurkorea, sum eins og Føroyar møta við A-landsliði.
Føroyar spæla ímóti Suðurkorea 13. apríl, og Norra ella Póllandi 15. apríl. Dagin eftir verður verður heim aftur, har summir leikarar ivaleyst skulu gera seg til reiðar til FM-finalurnar, ið byrja vikuna eftir.