Manskórið í Suðuroy byrjar aftur

Suðuroyar Manskór hevur ligið í dvala í summ­ar, men fer nú aft­ur undir venj­i­ngar sínar.

Sagt verður, at arbeitt verður við nýggj­­um pro­sjekt­um, bæði kon­sert­um og fer­ð­um hetta komandi árið.

Nevn­ast kann, at manskórið í fjør var á vitj­an í London, veit Suðurrás at siga frá. Venjingarnar byrja í kvøld kl. 19 í sangs­tovuni í Skúladeplinum, har enn fleiri mans eru vælkomnir við.