Manningin á Næraberg hevur fingið skipsboð klokkan 20

Onkur av manningini hevur tikið sær av løttum, nú tað ljóðaði, at Næraberg varð lagdur og hevði onga makrelkvotu eftir. Ja, onkur teirra er eftir havhestaungum í dag og hevur heitt á skiparan um at taka seg upp norðanfyri, tá ið teir fara.

Næraberg fekk upprunaliga tillutað 2.550 tons men nakað er eftir at útluta. Í dag hava teir fingið boð frá reiðarínum um, at teir fáa eini 1.000 tons afturat. Teir høvdu vónað at fingið eini 1.800 tons, men eru fegnur um tað, sum legst afturat.

Næraberg er verksmiðjustrolari, sum fær alla veiðuna til matna. Og nú verður so farið avstað aftur kl 20.00 í kvøld.

Sum kunnugt eru menn við frá fleiri ymiskum londum, Føroyum, Hollandi, Týsklandi og Pólandi. Ein teirra er sonur ein slaktara og hevur eitt lítið fitt roykjaríð við, so teir fáa eisini nýroyktan makrel til viðskera umborð, sum monnumum øllum dáma væl.

Norðborg er á veg til Klaksvíkar við 1.150 tons av makreli og verður inni seint í kvøld ella í morginárini. Teir hava eftir til ein túr av makreli afturat.

Tekstur og mynd: Dávur Winther