Tá tað snýr seg um smá prutl, so er mesta ferðin 30 km um tíman. Men tey trý prutlini, sum løgreglan tók í Suðuroy gjáranáttina klokkan trý, vórðu máld at kunna koyra alt ov skjótt. Eitt teirra varð mált til 53 km um tíman, eitt til 64 km um tíman og tað triðja varð mált til at koyra 73 km um tíman. Tað er alt ov nógv, og tað fáa førararnir bót fyri.
Løgreglan tók eisini ein bil í Suðuroy, sum koyrdi við píkadekkum – nú meira enn ein mánað eftir, at tað ikki er loyvt at koyra við píkadekkum.
Í Havn vórðu tvey fólk tikin fyri at koyra niðan eftir Varðagøtu í Havn frá Sjúrðargøtu. Har er ferðslan einsrættað omaneftir millum klokkan 7:30 og 8:30, so teir bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.
##med2##