Risahøg odds upp á sigur til AB á KÍ í seinnu hálvfinaluni

Her eru oddsini upp á seinnu hálvfinaluna AB-KÍ

Savnsmynd frá 2023

Klokkan 18.30 í kvøld spæla AB úr 1. deild og oddaliðið í Betrideildini, KÍ seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið á Skansi Arena á Argjum.

 

KÍ vann fyrru hálvfinaluna 4-0, og er KÍ stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld.

 

Seinast AB vann á besta liðnum hjá KÍ var 2. oktober í 2016. 

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 11,54 og 31,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 9,00 og 11,37.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,04 og 1,09. So talan er um eina risastóra favorittstøðu.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3## 

 

Savnsmynd frá 2023