Klaksvík:
Línubáturin Pison er ein sera snotuligur bátur. Tað angar av sápu beint sum ein kemur umborð, og tað kann vera tekin um, at manningin gongur høgt upp í teirra yvir 40 ára gamla bát, sum tó nú sær út, sum hann er nýggjur. Og sambært teimum, sum eru við, so er hann nýggjur. Allir eru á einum máli um, at hesin er ikki tann sami sum gamli Pison. So at siga alt uttan skrokkurin sjálvur varð umbygt og umvælt í fjør, so tað er ein umfatandi broyting farin fram á skipinum.
Uppi á brúnni hoyrist prát. Tað eru skiparin, Peter Eliasen og stýrimaðurin, Tommy Sivertsen. Teir standa og práta við ein triðja mann. Sum skilst á lagnum, so er tað ein elektrikari. Hann arbeiðir við at gera ymisk tól á brúnni í stand, sum fingu skaða, tá Pison fekk ein sjógv á næstseinasta túri.
? Vit vóru staddir á vestara kantinum av Bankanum. Tað var ikki illveður, men sera ringur sjógvur, og so hendi tað, sum ein veit, altíð kann henda á sjónum, greiðir Peter frá. Teir fingu ein sjógv, skiparin gjørdi eitt gallróp um rútin, men ein maður, sum stóð á rulluni, hoyrdi hann ikki, og hann varð tí slongdur við. Hann brákaði trý rivjabein og er nú sjúkrameldaður.
? Tað breyt inn á rulluna, eg sá, at tað fór at henda, men eg mátti gera skjótt av, tí rúturin skuldi aftur, men eg náddi so at rópa áðrenn, sigur skiparin eitt sindur harmur á málinum. Hóast skiparin náddi at koyra rútin aftur, so var trýstið frá sjónum ov nógv. Mest sum øll tólini á brúnni fingu skaða. Og nógv stóð undir í vatni. Peter sigur samstundis, at serliga tá tað er ringt í sjónum, leggja teir til merkis, at hetta ikki er tann sami báturin.
? Vit skulu allir venja okkum við, at báturin er ein annar í dag. Hesin liggur nógv tyngri í sjónum, meðan hin gav seg nógv meira. Og harafturat hava vit mist nógva ferð nú, sigur Peter, sum leystliga metir, at skipið hevur mist um hálvaaðru míl. Men tað heldur hann sigur seg sjálvt, tá hugsað verður um, at skipið hevur fingið eina eykavekt upp á tilsamans 30 tons. Samstundis greiðir hann frá, at skipið uppførir seg heilt øðrvísi í sjónum nú. Men tað heldur hann bara er ein spurningur um tíð, inntil teir hava vant seg við tað. Hann er sannførdur um, at umbyggingin var ein betur loysn enn at keypa ein annan bát.
Túrurin á Bankanum, áðrenn Pison fekk sjógvin, var ein av teimum heilt góðu. Tá høvdu teir átta og eina hálva setu og fingu 162.000 pund. Ofta verður sagt, at fiskimenn ikki vilja tosa um manningarpartar, men tað letur ikki til at vera nakar trupulleiki umborð á Pison. Spurdur um tað, svarar Peter bart út, at teir seldu fyri góða hálvaaðru millión, og at manningarparturin á tí túrinum lá um 47.000 krónur. Og teir fóru útaftur so skjótt, sum teir høvdu landað, men eftir hálvaaðru setu fingu teir sjógvin og noyddust innaftur.
Góður fiskur
Skiparin er fryntiligur og tíðindafróður. Og meðan hann vísir runt á skipinum, verður tosað um góðskuna í fiskinum. Hann heldur, at fiskurin er í góðum standi í dag. Tó sigur hann, at tað letur til, at fiskurin nærri landi er heldur rakari enn hann longri úti.
? Tað er ilt at siga, hví tað er so, men tað kundi týtt upp á, at botnurin er heldur bleytari longur út man kemur, heldur hann fyri, tá vit koma inn í snotuligu messuna. Har stendur millum annað ein brún leðursofa og sjónvarp, video og dvd. Eitt sera snøgt rúm, sum manningin hevur at hugna sær í, meðan siglt verður. Umframt hesa messuna, so hava teir eisini eina kaffistovu har frammi, sum teir nýta oftari.
? Har frammi fara teir inn í kaffistovuna í oljuklæðunum og øllum, men tað gera teir ikki her, greiðir Peter frá.
Vit fara víðari og ganga gjøgnum alt skipið, meðan skiparin greiðir frá ymiskum, sum er broytt síðani umbyggingina. Kagað verður líka inn í kaffistovuna har frammi, og tað fyrsta ein leggur merki til eru tríggjar myndir á vegginum. Ein er av gamla Pison, og hinar báðar at Hans Eriki Olsen og Jógvan Segl, sum báðir vóru við til at byrja Joensen og Olsen á sinni.
Peter og Tommy halda, at fiskiskapurin seinastu tvey árini hevur sum heild verið góður. Og prísurin serliga á toskinum hevur verið góður. Hinvegin siga teir, at hýsan hevur verið eitt sindur svikalig ta seinastu tíðina.
? Vit royna at fáa sum mest av toski, tí prísurin heldur sær á einari nøkulunda fastari legu, sigur Peter. Toskur eitt og tvey av landgrunninum liggur á umleið 25 ella 26 krónum fyri kilo, meðan toskur av bankanum fer upp um 30 krónur.
Pison roynir oftast norðanfyri og á Føroya Banka. Men nú eru og verða fleiri øki stongd, tí fiskurin gýtir hesa ársins tíð. So fiskiskapurin fer helst at minka eitt sindur nú, men tá økini lata uppaftur í apríl, verða allir línubátarnir tilreiðar at leggja í vaði aftur. Eisini Pison.