Manningarfeløg hava rætt til at leggja skip

- Løgmaður ásannar, at manningarfeløgini hava rætt til at leggja skip.

Tað er niðurstøðan, sum Føroya Fiskimannafelag kemur til.

- Í eitt áramál hevur lítið skil verið á almennu umsitingini, tá hon viðgerð fiski- og arbeiðsloyvi. Hetta hevur Fiskimannafelagið arbeitt við at fáa í rættlag. Eftir okkara tykki hevur almenna umsitingin ikki hildið seg til lóggávuna, men hevur heldur tuklað hana til fyrimuns fyri teir reiðarar, sum brúka bíliga arbeiðsmegi. Hetta hava vit eisini gjørt vart við.

Føroya Fiskimannafelag vísir á, at eitt gott dømi um hetta var, tá eitt føroyskt skip ikki hevði loyvi at koma í føroyska havn.

- Innlendismálaráðið læt tó skipið koma í havn. Har høvdu tey fingið tað frálíka hugskot, at tað bar til at leggja eitt útlendskt skip at bryggjukantinum, og so kundi trælaskipið leggja uttan á tað. Soleiðis kundi sleppast undan føroyskari lóggávu. Bjóðað varð síðan til almenna móttóku umborð, so almennu Føroyar kundu sleppa at síggja, hvussu eitt nútímans trælaskip sær út.

Føroya Fiskimannafelag varð boðið við, men tók ikki lut í hesum.

- Sjálvt løgmaður ásannar, at tá hvørki fúti ella Fiskiveiðueftirlitið hava nakran sum helst áhuga í at gera nakað við at fáa skipaði viðurskifti í lag. Einki undur í, at løgmaður er stúrin og biðir bønliga um hjálp frá manningarfeløgunum um at fáa enda á hesum óskili. Vit far at taka løgmann upp á orðið og fara at reka hatta pakkið úr fiskivinnuni, um teir ikki taka annað skin um bak.

Fiskimannafelagið metir, at løgmaður soleiðis hevur latið manningarfeløgunum rættin til at fáa skil á arbeiðsmarknaðin á sjógvi.

- Fyri at taka aftur í aftur orð løgmans: “... ja, ein hýrusáttmáli er ein sáttmáli millum reiðarar og Fiskimannafelagið... " og seinni "... ja, Fiskimannafelagið hevur rætt til at leggja skip, um reiðarar ikki halda sáttmálar við Fiskimannafelagið..."

At enda takkar Føroya Fiskimannafelag løgmanni fyri síni úttalilsir um hesi sáttmálaviðurskifti og sigur, at felagið longu er farið í gongd, sum tikið verður til á heimasíðu felagsins.