Týsdagin hin 3. mars fara manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag øðrumegin og Føroya Reiðarafelag hinumegin, at handa hvørjum øðrum síni sáttmálakrøv.
Á fundi, sum var millum partarnar í gjár, hósdagin 20. februar, varð avgjørt, at partarnir hittast aftur hin 3. mars at handa hvørjum øðrum sáttmálakrøv. Sáttmálin er uppsagdur og fer úr gildi hin 1. apríl í ár.
- Tá skal ein nýggjur sáttmáli fyriliggja millum partarnar, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, har fundurin millum partarnar eisini varð hildin í gjár.
Lagt verður aftrat, at talan er um felagssamráðingar, sum merkir, at manningarfeløgini samráðast undir einum við Føroya Reiðarafelag. Feløgini royndu henda leistin til seinastu samráðingar.
- Partarnir eru samdir um at royna henda leistin aftur hesaferð. Tá krøvini verða handað, verður dagfestin sett á nakrar dagar, har samráðingarnar skulu fara fram, vita tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga.