Mannfall í EB/Streymi

Í venjingardysti í dag fóru bæði Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariassen út við skaða

Tað var satt mannfall í EB/Streymi í dag. Meðan tey spæla Klaksvíkskappingina í Djúpumýru, var venjingardystur á skránni við Margáir, har NSÍ vitjaði.

 

Dysturin var lítið meiri enn byrjaður, tá bæði Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariassen máttu út við skaða. Hjá Gunnari var tað knæið, sum var trupulleikin. Hjá Arnbirni var tað ein vøddaskaði – og í Sundalagnum stúra tey nú fyri, at talan er um neyvt sama skaða, sum helt Arnbjørn úti stóran part av árinum í fjør. Støðan í dystinum í dag, tá Arnbjørn gjørdist skaddur eftir bara fáum minuttum, var ikki ólík støðuni í steypafinaluni í fjør, tá Arnbjørn bara spældi eina lítla løtu.

Tí stúra tey í Sundalagnum fyri, at vandamikli kollfirðingurin verður úti í fleiri vikur.

 

Leif Niclasen, toppskjúttin frá í fjør, var heldur ikki við. Hann var sjúkur. Og heldur ikki Rógvi Egilstoft Nielsen og Arnar Dam spældu í dag.

Hinvegin kunnu tey í felagsliðnum fegnast um, at bæði Egil á Bø og Marni Djurhuus vóru at finna í miðverjuni hjá EB/Streymi í dag. Eisini vóru nýggju menninir Pól Jóhannus Justinussen, Jónas Þór Næs og Høgni Madsen at síggja á vøllinum.

EB/Streymur vann annars dystin 1-0. Málið gjørdi Niels Pauli Danielsen.