Í Kanada er stjórin um at koma í trupulleikar, eftir at 16 kanadiskir hermenn hava latið lív í Afghanistan tríggjar teir seinastu mánaðarnar.
Tað lutfalsliga stóra mannfallið hevur fingið andstøðuna at krevja, at Kanada skal taka sínar 2.300 hermenn úr Afghanistan. Kravið hjá andstøðuni er, at afturtøkan byrjar beinanvegin, og at teir seinastu kanadisku hermenninir skulu fara úr Afghanistan um tríggjar mánaðir.
Fyrr í ár samtykti ein meiriluti í kanadiska tjóðartinginum, at hermenninir skulu verða verandi í Afghanistan hálvt annað ár afturat. Meiningakanningar vísa, at kanadiumenn eru sera ósamdir um luttøkuna í Afghanistan. Ein lítil meiriluti heldur tó, at hermenninir skulu takast heimaftur.