Mannfólkini sleppa við

Trúgv tí ella ei. Mannfólkini eru vælkomnir, tá Høllin á Hálsi letur dyrnar upp fyri ?Sex and the City?-tiltakinum næsta fríggjakvøld. Yvir 300 kvinnur hava longu teknað seg. Hundraðtals kvinnur í finasta stási og eitt sensuelt mótashow afturvið - ?Sex and the City?-tiltakið í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 6. juni ljóðar sum ein spruttandi grýta av østrogeni.

 

Tað er tað kanska eisini. Men tað er eisini eitt gott høvi - fyri ikki at siga paradís - fyri føroysku mennirnar. Tí í veruleikanum eru teir eisini meir vælkomnir til tiltakið, sum blaðið Kvinna hevur skipað fyri.

 

300 konufólk hava longu teknað seg og summar hava megnað at lokka mennirnar við. Aðrar koma einsamallar.

Tónleikarin Búi Dam er settir til at gera forarbeiðið og hann plagar at duga rættiliga væl at gera kvinnurnar bleytar í knøunum, so tær verða klárar til ein sving-om, tá danski hittbólkurin On the Radio bjóðar upp til dans.

 

Tiltakið byrjar kl. 23.30 við happy hour í stóru cocktailbarrini, sum verður sett upp í Høllini á Hálsi, ið er umvæld í besta metropol-stíli. Eftir hesum verður sensuelt mótashow og karismatiski BuDam. At enda verður dansurin sjálvandi.

 

Tilmelding fer fram á www.kvinna.fo við trýsta á Sex and The City-bannaran.