Mannarættindi á breddan

Amnesty, LGBT, MBF og Pro Vitae fara í kvøld at hava framløgur á almennari hoyring um mannarættindi í Føroyum.

Almenn hoyring verður í mannarættindum í kvøld kl. 19:30. Tað er Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni sum skipar fyri hoyringini, ið verður í Posthúskjallaranum í Havn.

Endamálið við hoyringini er, at borgarar og áhugabólkar kunnu siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.

Hoyringin er liður í Universal Periodic Review tilgongdini hjá ST. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn og síðani skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

Jonas Christoffersen, ið er stjóri á Dansk Institut for Menneskerettigheder, fer at greiða frá hvussu hesar hoyringarnar eru skipaðar í Danmark og Grønlandi, og týdningarmikla leiklutin hjá borgarum og áhugabólkum í hesi tilgongdini.

Eisini fara Amnesty, LGBT, MBF og Pro Vitae at leggja fram frágreiðingar um mannarættindastøðuna á teirra áhugaøkjum. 

Aftaná verður alment orðaskifti.

Almenna hoyringin verður í Posthúskjallaraum í Havn. Atgong er fyri fólk í koyristóli og tiltakið verður tulkað til teknmál.