Mannarættindi í Føroyum vigast í ST

Mánadagin skulu Føroyar Danmark og Grønland fyrstu ferð fyri ST Mannarættindaráðið í sambandi við eftirmetingina, ið kallast Universal Periodic Review, UPR. Uttanríkisráðið sigur, at endamálið við UPR er at tryggja, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi bæði í lóg og í verki. Hetta er ein nýggj tilgongd, har øll ST limalond skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta støðuna viðvíkjandi mannarættindum í egnum landi sum heild.

Eftirmetingin verður á ST mannarættinda skrivstovuni í Geneve, har ein donsk sendinevnd við umboðum úr Føroyum og Grønlandi er við. Danmark byrjar við eini innleiðandi framløgu á 15 minuttir, og síðan hava Grønland og Føroyar hvør sína innleiðandi framløgu á fimm minuttir hvør. Eftir framløgurnar verður kjak ímillum danska ríkið og hini ST limalondini.

Eitthvørt ST limaland kann seta fram spurningar um mannarættindi í Danmark, Grønlandi og Føroyum, gera viðmerkingar og koma við tilmælum til at betra um støðuna viðvíkjandi mannarættindum.

Útgangsstøði fyri eftirmetingina er ein frágreiðing, sum danska stjórnin hevur skrivað saman við Føroyum og Grønlandi, og sum var latin ST í mars í ár. Frágreiðingin lýsir støðuna viðvíkjandi mannarættindum í danska ríkinum, og Føroyar hava sín egna sjálvstøðuga part í frágreiðingini.

Eftirmetingin er mánadagin frá 15-18 og verður útvarpað beinleiðis á heimasíðuni hjá ST og kann síggjast á:

www.un.org/webcast/unhrc/index.asp

Annars kann frágreiðingin hjá danska ríkinum lesast á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum, sum er á www.ur.fo