Manna landsstýrið í næstu viku

Samráðingarnar um nýggja samgongu í Grønlandi gjørdust eitt sindur drúgvari enn ætlað, men seint í gjárkvøldið kunngjørdi Aleqa Hammond, at grundarlagið var komið upp á pláss.

-Nú er bara eftir at snøgga samgonguskjalið eitt sindur, og so skal tað eisini týðast, segði Siumut-formaðurin.

Upprunaliga var ætlanin, at teir tríggir samgonguflokkarnir, Siumut, Atassut og Partii Inuit, skuldu kunngera nøvnini á sínum landsstýrismonnum í dag, men nú verður sagt, at manningarlistin verður ikki klárur fyrr enn fyrst í næstu viku. Men tað er ikki ósemja, sum er orsøk til útsetingina, sigur komandi landsstýrisformaðurin.

-Tað er eingin ósemja um innihaldið í samgonguskjalinum. Tvørturímóti halda vit, at vit hava somu uppfatan av nógvum, segði Aleqa Hammond í gjárkvøldið.