Eg varð ikki sørt skelkað av útsøgnum hjá Bill Justinussen fríggjadagin á Rás2, har hann úttalar seg um, hvussu uppgávur verða loystar á sosiala økinum í føroyska samfelagnum.
Bill legði dent á, at tá vit tosa um, hvussu vit fíggjarliga skulu klára at loysa allar samfelagsuppgávurnar, herundir røktar- og hjálparuppgávur, sum eitt hvørt vælferðarsamfelag eigur at raðfesta høgt, mugu vit tosa um sjálvbodna tænastu.
Bill sigur beinleiðis, at manglandi hjartalag hjá føroyinginum er ein forðing fyri, at vit fáa nøktað tørvin hjá teimum, sum hava tørv á hjálp, serliga á eldraøkinum og á sosiala økinum sum heild.
Bill grundgevur fyri, at tað for galið, at hjálpin altíð er tengd at einari tímaløn, og at fólk ikki av reinum hjartalag veita sjálvbodna hjálp til eldri og óhjálpin.
Tað er í fínasta lagi at veita sjálvbodna hjálp, Bill, og eg kenni ikki nógv samfeløg, sum veita sjálvbodna hjálp í so stóran mun, sum vit gera tað í Føroyum.
4.sektorurin er serstakur í Føroyska samfelagnum, og minnir í stóran mun um mátan, man loysir sosialar tænastur til tey útstoyttu í amerikanska samfelagnum.
Her eru nøkir dømi um sjálvbodnar tænastur, sum eru virknar í 2009:
Frelsunarherurin, sum veitir heimleysum mat og innivist og illa støddum hjálp av ymiskum slag.
Kvinnuhúsið, sum hevur eitt toymi av sjálvbodnum vaktum, sum veitir telefontænastu og bráðfeingis hjálp til kreppuraktar kvinnur. Umframt eitt fakligt toymi, sum veitir serkøna hjálp og vegleiðing til kvinnur, sum hava tørv á slíkari ráðgeving.
Blákrossheimið veitir hjálp til alkoholmisbrúkarar og familjur teirra, og fíggjar ein part av hesum virksemi við endurnýtsluhandlum og cafè.
AA ringarnir kring landið
Skótahjálpin
Hjálpin
Vitjunartænastan
Kris
Barnabæti og hjálparlinjan “eg & tú”
Sjómanskvinnuringarnir
Eg kundi nevnt nógv fleiri, men óneyðugt er at nevna hvønn einstakan felagsskap, tí tey, sum hava tørv á hesi hjálp vita um tey og eru meira enn takksom fyri ta sjálvbodnu hjálp, hesir felagsskapir veita. Trúgv mær, at tað virksemi, sum hesir bólkar veita, er nógv størri og meira umfatandi, enn nakar kann ímynda sær. Leif Erik frá Hjálpini hevur greitt frá hesum viðurskiftum, og er tað ræðandi at fáa innlit í, hvussu stórur tørvurin er.
Eg haldi tað er hugstoytt at hoyra ein fólkavaldan politikkara siga, at tað er manglandi hjartalag sum ger, at føroyska samfelagið ikki hevur ráð til at betra um tænastuna til eldri og óhjálpin. Tað er ein skylda hjá politisku skipanini at tryggja, at allir føroyingar hava góð livikor.
Almenna økið er í dag kostnaðarmiklari enn nakrantíð, og tað fer alsamt at gerast kostnaðarmiklari, men eg nokti at taka at mær, at tað er tí at starvsfólk krevja løn fyri sítt arbeiði.
Fyri tað fyrsta er sosiala økið í stóran mun sett við kvinnum, og merkir hetta, at lønarlagið er mundandi lægri enn øll onnur øki, har menn sita í flestu sessum.
Fyri tað annað, so hava vit ein trupulleika av, at almenna økið verður rikið á ein alt ov tilvildarligan hátt, m.a. tí politikkarar ikki geva sær stundir til at seta seg inn í veruligu viðurskiftini á økinum. Eg hugsi um, nær fakfólk seinast hava verið boðin til fundar við politikkarar um, hvussu arbeiðið verður útint á ymisku økjunum. Eg leggi ikki upp til detailstýring á almenna økinum, men til, at ein natúrligur áhugi verður vístur okkum, sum dagliga arbeiða her. Uttan innlit í veruligu viðurskiftini valdar manglandi virðing bæði frá politikkarum og frá borgarum.
Fyri tað triðja er tað ógjørligt hjá starvsfólki á almenna økinum at varpa ljós á gerandisdagin og hvussu viðurskiftini veruliga eru, tí tagnarskyldan og víðkaða skyldan at verja borgaran eru fremstu krøv í okkara arbeiði.
Góði Bill, kanska skuldi tú gingið á odda og víst veruligt hjartalag, tá tað kemur til ókeypis tænastur, sum fylga við tínum starvi sum tingmaður. Um tú og allir tingmenn við tær søgdu neit takk til teir frynsar og tær ókeypis tænastur, sum tit fáa, og sum eingin annar alment løntur fær í sínum arbeiðslívi, hvssu var gerandisdagurin tá?
Tit forvinna tykkum fulla pensjón eftir 8 árum í tingsessinum, har tit ikki hava møtiskyldu til tingfundir. Tað síggja vit ferð eftir ferð, at tingsalurin er tómur, tí onnur viðurskfti hava størri týdning enn tað at møta upp.
Ein pedagogur, sum er tænastumaður, má arbeiða í 37 ár fyri at upptjena sær fulla pensjón.
Nógv tey flestu í okkara samfelag í dag koma ongantíð at forvinna sær ein líkinda pensjón, tí politikkarar hava hildið fakfeløgum niðri, tá slíkir spurningar hava verið til samráðingar.
Fakfeløgini hava stríðst fyri at fáa lønarlagið upp, so vanligar familjur kunnu keypa sær vørur og tænastur í rímiligt mát.
Tað verður ikki tikin hædd fyri, um stakir uppihaldarar hava líkinda kor. Børn hjá støkum uppihaldarum verða skattað av barnapengum frá hinum foreldrinum. Hetta er ein minking av skattafrádráttinum hjá børnum hjá støkum uppihaldarum, áljóðandi góðar 12.000 kr árliga.
Rentustudningur til sethúsakeyp verður nýttur sum ein sosialur ágóði fyri familjur, sum ikki hava annan møguleika fyri at útvega sær bústað.
Oljuavgjald varð lagt á oljunýtsluna fyri at minka um hana, men ístaðin rakar hetta láglønt og støk sum eitt eykagjald.
Kringvarpsgaldið er tað sama fyri øll húsarhald, støk ella pør, høga ella lága inntøku.
Møguliga órógvar tað lesaran, at eg knýti so nógv dømi at útsøgnunum hjá Bill Justinussen, men tey eru heilt natúrliga knýtt at hesum, tí tað hjartalagið, Bill eftirlýsir á sosiala økinum, skal veitast av teimum lægstløntu, harav fleiri eru stakir uppihaldarar, av teimum, sum ikki hava líkinda pensjónsavtalur, og av fólki sum als ongar frynsar ella kravleysar tænstur fáa í arbeiðslívinum.
Tað er tíð uppá at krevja, at tingfólk gevast við at leggja seg eftir at spilla alment lønt starvsfólk út og skýra tey at vera fráverandi og líkasæl. Eg heiti á allar politikkarar um at taka hesa mína grein í fullum álvara, tí tað letur seg snøgt sagt ikki gera at veita eina góða tænastu við manglandi regulering av sosiala økinum og vantandi virðing frá politikkarum.










