Alexandur Johansen, sum hesa ferð var sentralur á framrættaða miðvøllinum hjá Skála, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at avgera dystin móti GÍ.
- Spælið hjá okkum byrjar at síggja heilt gott út nú. Móti GÍ bæði trýstu og skaptu vit nógv, men vit megna tó ikki at skora. Helt orsaða av eini blanding av góðum málmansspæli og vánaligum avslutningum. Tað tykist, sum eru vit ikki nóg kaldir í avgerandi løtunum, og tað er kanska júst tað, sum er munurin, um hugt verður at topp- og botnliðum.










